Aðrar fráboðanir

Her finnir tú kunning um aðrar fráboðanir 

Váttan til tíðarrit / Exemption from approval

Verkætlanir við anonymum dátum og spurnarkanningar, skulu vanliga ikki fráboðast Vísindasiðseminevndini. 

Tó kunnu tíðarrit kunnu krevja eina váttan um undantøku frá góðkenningarkravinum, tá ein grein verður útgivin.

Tú kanst senda okkum umbøn um váttan til tíðarrit á teldupostbústaðin: vsn@vsn.fo

Í umbønini skal upplýsast heiti á kanningini ella greinini, kanningarháttarlag (metoda) og abstrakt. 

Endað verkætlan

Tá verkætlanin er liðug

Leiðarin ella ábyrgdarin av granskingarverkætlanini skal, í seinasta lagi 90 dagar aftaná at verkætlanin er liðug, kunna Vísindasiðseminevndini um endaða verkætlan, vísandi til komitélógina § 31, stk 1. Verkætlanin verður mett at verða liðug, tá granskarin er liðugur at savna allar upplýsingar til verkætlanina.

Um verkætlanin av onkrari orsøk ikki fer í gongd, skal hetta, umframt orsøkin til hetta, fráboðast Vísindasiðseminevndini. Sí skjal á heimasíðuni vsn.fo

Biðið verður um avrit av lidnu verkætlanarfrágreiðingini ella útgávuni, vísandi til komitélógina § 28, stk 2. Í hesum sambandi verður gjørt vart við, at tað er skylda at almannakunngera bæði positiv, negativ og inkonklusiv granskingarúrslit, vísandi til komitélógina § 20, stk. 1, nr. 8.   

Boða frá endaðari verkætlan við at útfylla og senda skjalið, sum tú finnur her til vsn@vsn.fo