Munandi broytingar eru t.d. broytingar, sum kunnu hava týdning fyri trygdina hjá luttakarunum, grundarlagið undir verkætlanini, leingjan av loyvi, nýtsla av dátum og úrslitum, framferðarháttur ella leiðsla av verkætlanini.
Hetta kann til dømis vera broytingar viðvíkjandi:
- Inklusións- og eksklusjónstreytum
- Royndarsniði
- Tali av luttakarum
- Royndarhátti
- Royndarviðgerð
- Viðgerðartíð
- Kanningartíð
- Effektparametrum
- Ábyrdarhavandi
- Kliniskum ábyrdarhavandi
- Royndarstaði
- Skrivliga kunningartilfarinum til luttakararnar
- Avtalum um atgongd til dátur.
Tær vanligastu broytingarnar í einari granskingarverkætlan og tær broytingar, sum verða mettar at verða munandi og sostatt fráboðanarskyldugar eru settar í ein vegleiðandi lista, sum er at finna her Listi Vanl Broytingar
Listin er ikki fullfíggjaður, og ábyrgdarhavandi fyri verkætlanini hevur altíð ábyrgdina av at fráboða munandi broytingar til Vísindasiðseminevndina.
Um nýggj vitan kemur um virknað, hjáárin, fylgir ella vansar við royndini, ella um royndarsniðið í granskingarverkætlanini verður munandi broytt, skal luttakarin kunnast um hetta, og nýtt samtykki skal fáast.
Eyðkenni
Ein ískoytisprotokoll skal hava sama samleika sum høvuðsprotokollin. Er talan um størri broytingar, kann talan verða um eina nýggja granskingarverkætlan, sum skal fráboðast sjálvstøðugt.
Hetta kann til dømis vera, um endamálið við verkætlanini verður broytt, ella um meira víðfevndar broytingar verða gjørdar í royndarsniðinum. Sí upprit
Ert tú í iva um, hvørt broytingin kann metast sum ein ískoytisprotokoll, eigur tú at seta teg í samband við Vísindasiðseminevndina.