Rættindi hjá luttakara í heilsuvísindaligari granskingarverkætlan
Velur tú at luttaka í heilsuvísindaligari granskingarverkætlan, skalt tú vita at:
Tín luttøka er sjálvboðin og kann einans fara fram, um tú hevur fingið bæði skrivliga og munnliga kunning um granskingarverkætlanina og hevur undirskriva samtykkisváttanina.
Tú kanst nær sum helst, munnliga, skrivliga ella við aðrari greiðari fráboðan, taka samtykki um luttøku aftur og taka teg úr granskingarverkætlanini. Um tú tekur samtykki aftur, ávirkar hetta ikki tín rætt til verandi ella framtíðar viðgerð ella onnur rættindi, sum tú kanst hava.
Tú hevur rætt til at hava eitt familjulim, ein vin ella ein kenning við til kunningarsamrøðu.
Tú hevur rætt til umhugsanartíð, áðrenn tú skrivar undir samtykkisváttanina.
Upplýsingar um tíni heilsuviðurskifti, onnur privat viðurskifti og aðrar trúnaðarligar upplýsingar um teg, sum koma fram, í sambandi við granskingarverkætlanina, eru fevndar av tagnarskyldu.
Viðgerð av upplýsingum um teg, herundir upplýsingum í tínum blóðroyndum og vevnaðarroyndum, fer fram sambært reglunum um dátuvernd og heilsulógini. Dátuábyrgdarin í verkætlanini skal kunna teg nærri um tíni rættindi sambært dátuverndarreglunum.
Møguleiki er at fáa innlit í royndarskjøl sambært ásetingunum í lógini um almennt innlit. Hetta merkir, at tú kanst fáa atgongd til at síggja øll skjøl viðvíkjandi fyrireikingini av royndini, tó undantikið teir partar, sum innihalda vinnulig loyndarmál ella trúnaðarligar upplýsingar um onnur.
Tú kanst lesa um tínar møguleikar at kæra og fáa endurgjald sambært reglunum í lógini um kæru- og endurgjaldsrætt innan heilsuverkið á heimasíðuni hjá Heilsu- og orkumálaráðnum, sí leinki niðanfyri.