Um okkum

Vísindasiðseminevndin er tann føroyska økisnevndin hjá National Videnskabsetisk Komité í Danmark. 

Vísindasiðseminevndini viðger heilsuvísindaligar granskingarverkætlanir har heilsudátur, menniskjur ella menniskjaligt lívfrøðiligt tilfar verður nýtt.

Í heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum er viðhvørt tørvur á royndarpersónum, fyri at fáa nýggja virðismikla vitan, sum ikki kann fáast á annan hátt.

Uppgávan hjá Vísindasiðseminevndini er at tryggja at heilsuvísindaligar- og heilsudátuvísindarligar granskingarverkætlanir verða framdar á sømiligan vísindasiðsemiligan hátt. Atlit til rættindi og tryggleika hjá royndarpersónum skulu takast fram um vísindalig og samfelagslig áhugamál í heilsugransking. 

Vísindasiðseminevndin hevur 7 limir, harav 3 fakfólk við granskingarroyndum innan heilsuvísindi og 4 leikfólk. Harafturat er 1 varafaklimur og 2 varaleiklimir.

Limirnir verða valdir fyri 4 ár í senn, tá tað er løgtingsval.

Vísindasiðseminevndin varð seinast vald í juni 2026.

Nevndarlimir 2026

Faklimir

Marnar Fríðheim Kristiansen, forfólk, cand.med., ph.d., lækni og granskari.

Gegnisváttan 2026 Marnar F Kristiansen

Torkil á Steig, cand.med., ph.d. og yvirlækni.

Gegnisváttan 2026 Torkil Á Steig

Eina Hansen Eliasen, sjúkrarøktarfrøðingur, cand.scient.san, ph.d., námslektari.

Gegnisváttan 2026 Eina H Eliasen

Leiklimir

Poula Reinert-Petersen, næstforfólk, cand.scient.san. og leiðari innan eldraøkið.

Gegnisváttan 2026 Poula Reinert Petersen

Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur. Við drúgvum royndum úr føroysku og grønlendsku umsitingini.

Gegnisváttan 2025 Sólja Í Ólavstovu

Hilmar Augustinussen, kt-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimersfelagnum.

Gegnisváttan 2025 Hilmar Augustinussen

Marjun A. Lómaklett, sóknarprestur í Norðoya vestara prestagjaldi og integratiónsprestur.

Gegnisváttan 2026 Marjun A Lómaklett

Varafaklimur

Tórunn Højgaard Ósá, sjúkrarøktarfrøðingur, ph.d. og námslektari.

 

Varaleiklimir

Jákup N. Olsen, formaður í Sjúklingaráðnum, fyrrverandi formaður í Krabbameinsfelagnum.

Gegnisvátttan 2026 Jákup N Olsen

Anna Borg Dahl, løgfrøðingur.

Gegnisváttan 2026 Anna Borg Dahl

 

Nevndarlimir í undanfarnu nevnd

Faklimir

Gunnhild Helmsdal, forkvinna, cand.med., kommunulækni og granskari.

Jóhanna Petersen, cand.med., ph.d. og yvirlækni.

Marnar Fríðheim Kristiansen, cand.med., ph.d., lækni og granskari.

Leiklimir

Kári Purkhús, næstformaður, cand.scient. í lívfrøði og ítrótti. 

Poula Reinert-Petersen, cand.scient.san. og leiðari innan eldraøkið.

Sólja í Ólavsstovu, løgfrøðingur.

Hilmar Augustinussen, kt-serfrøðingur, limur í Sjúklingaráðnum og Alzheimersfelagnum.

Fundardagfestingar

Fundardagfestingar 2026. 

6/1, 27/1, 24/2, 24,3, 28/4, 26/5, 9/7, 27/8, 24/9, 29/10, 26/11 og 17/12.

Fundardagfestingar 2027.

28/1, 25/2, 1/4, 29/4, 27/5 og 17/6.

Eftirlit

Sambært fyriskipanini hevur Vísindasiðseminevndin eftirlit við heilsuvísindaligum granskingarverkætlanum, sum hon hevur góðkent.

Fyrisiting

Heilsu- og orkumálaráðið umsitur lógina sum Vísindasiðseminevndin virkar eftir og er ovasti fyrisitingarligi myndugleiki hjá Nevndini.

Vísindasiðseminevndin hevur skrivstovu í Óðinsbrú, Óðinshædd 11, Tórshavn.

Á skrivstovuni starvast fakligur skrivari, sum tænir Vísindasiðseminevndini í at røkja sínar uppgávur og hevur dagligu umsitingina um hendi.

_____________________________________

Fakligur skrivari

Judith Fríða Thomsen

Sjúkrarøktarfrøðingur og master í heilsuvísindum.

Ársfrágreiðingar